| Klaksvíksvegur 86 | | FO-700 Klaksvík | | 15. Mei - 15. Sep.: | | Mán-Sun: | 13.00 - 16.00 | Norðoya Fornminnasavn varð stovnað í 1968. Savnið heldur til í teimum gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík, bygd í 1838. Einahandilin varð avtikin í 1856, men húsini standa so at siga óbroytt enn. Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini. Norðoya Fornminnasavn hevur tvey framsýningarhøli. Annað vísir fram arbeiðsamboð og lutir frá farnari tíð, fískireiðskap, búnýti, amboð og annað frá gerandislívinum. Nevnast kann t.d. ein gomul kvørn, seinast nýtt at mala korn við undir seinra heimsbardaga. Nakrar gamlar myndir av Norðoyggjum eru eisini at síggja. Hitt hølið er Apotekið. Upprunliga varð tað gjørt í 1919 til toystovu, men brúkt sum apotek 1932 – 1961. Smiður var Magnus Jacobsen, Magnus á Kamarinum, úr Havn. Tað er prýtt við seytjan málningum, málaðir á dragaran og syllina. Eliesar Joensen úr Mikladali, Eliesar í Pálsstovu, hevur málað ellivu, Jens Christian Guttesen úr Havn fýra og tvei eru ósigneraðir. Hetta vakra hølið verður sýnt fram, sum tað sá út tá tað var apotek, við krukkum og arbeiðstólum. Sum partur av savnsarbeiðinum hevur savnið ognað sær motorbátin Nólsoyar Páll, smíðaður í Klaksvík í 1927. Hann liggur við teymi á vánni og verður varðveittur sum ein útróðrarbátur. Savnið eigur eisini aðrar ognir runt um í Norðoyggjum, fráfluttu bygdina Fossá, hjall í Gerðum og eina myllu í Kunoy. Savnið hevur gjøgnum árini luttikið í fornfrøðiligum rannsóknum í Klaksvík, fyriskipaðar av Føroya Fornminnissavni. Grevsturin “Niðri í Toftum” við Borðoyavík byrjaði í 1969, og hevur verið grivið har í fleiri umførum. Seinast var 2002, men er rannsóknin ikki liðug. Har eru funnar leivdir av fleiri húsum, har tey elstu eru úr víkingatíð. | 
 | (+298) 45 62 87 |  | (+298) 45 62 87 |  | | |